Slovakiskur býur fær vitjan av Hajduk Split fjepparunum í komandi viku

Slovakiski býurin, Ruzomberok kann vænta at fáa vitjan av nógvum ófriðarkroppum

Ófriðarkropparnir hjá Hajduk Split hava sett síni grovu og djúpu spor í Havn seinastu dagarnar.

 

Í komandi viku verður tað slovakiski býurin, Ruzomberok sum fær eina innrás við ófriðarkroppum.

 

Ruzomberok er ikki nógv størri enn Havnin. Har búgva 27.000 fólk.

 

Leikvøllurin í Ruzomberok, Čebraťom Stadion hevur næstan sama áskoðarakapasitet sum Tórsvøllur. Áskoðarakapasiteturin er 4.876.

 

"Bert" 300 áskoðarar - um ein kann nevna teir tað - hjá Hajduk Split ferðaðust til Føroyar. Slovakia liggur ikki langt frá Kroatia, so tey kunnu vænta eina sanna innrás har.

 

Fyrri dysturin í triðja undanumfarinum í Conference League millum MTK Ruzomberok og Hajduk Split verður leiktur á Čebraťom leikvøllinum komandi hóskvøld klokkan 18.

 

Ruzomberok vann 2-0 og 1-0 á turkiska liðnum, Trabzonspor í øðrum undanumfarinum í Conference League. 

 

Vónandi gongst slovakisku løgregluni og trygdarfólkunum væl komandi hóskvøld í Ruzomberok.

 

##med2##