Tað heldur danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen (M) sambært danska blaðnum Politiken, í málinum um umstrídda umhvørvisaktivistin Paul Watson, sum Japan hevur biðið Danmark um at útflýggja fyri álop á manningina á einum hvalaveiðiskipi í 2010. Hann er handtikin í Nuuk í Grønlandi og er varðhaldsfongslaður til støða er tikin til útflýggingaráheitanina.
Blaðið vísir á, at franski forsetin, Emmanuel Macron - hvørs land framdi hernaðarligt álop á eitt Greenpeace-skip í Nýsælandi í 1985 og síðani gjøgnum ES trýsti nýsælendingar at sleppa fronsku agentarnar undan at verða revsaðir fyri dráp - hevur kravt, at Paul Watson ikki verður útflýggjaður.
Tó skulu Watson – ella Macron – ikki vænta, at Danmark hoknar í knøunum:
»Tað er ikki eitt lætt mál, men eg skal bara siga, at útgangsstøðið hjá Danmark í mun til altjóða konventiónir og tílíkt er, at vit spæla eftir reglunum. Hetta gera vit, tí vit halda eisini fast um, at onnur skulu spæla eftir reglunum,« sigur Lars Løkke Rasmussen.