Machado takkar Trump fyri handtøku av Maduro

- Frælsið hjá Venesuela er nær, og skjótt skal tað hátíðarhaldast á egnari jørð, sigur Maria Corina Machado

Friðarheiðurslønarvinnari Nobels, Maria Corina Machado, takkar nú amerikanska forsetanum og amerikansku stjórnini, fyri, at forsetin í Venesuela, Nicolás Maduro, er rikin frá valdinum.

 

- Vit í Venesuela takka Donald Trump og hansara umsiting fyri at hava hondhevað lógina, skrivar hon sambært tíðindastovuni NTB í einum uppslagi á sosialu miðlumum.

 

Men, sum skilst er líkt til, at uppslagið, sum NTB vísir til, nú er slettað, leggur tíðindastovan aftrat.

 

- Frælsið hjá Venesuela er nær, og skjótt skal tað hátíðarhaldast á egnari jørð. Vit fara at rópa, biðja og fevna hvønn annan sum ein familja, og vit vilja hava børn okkara heimaftur, skrivar hon.

 

Tað var leygarnáttina, at USA leyp á Venesuela og tók forsetan, Nicolás Maduro og konu hansara, Cilia Flores. Tey eru nú í New York, har tey verða rættarsøkt fyri eitt nú narkotikakriminalitet.

 

##med2##