Magne Hoseth gjørt sítt fyrsta keyp

Betri deildin menn: Magne Hoseth hevur gjørt sítt fyrsta keyp

Fabian Østigård Ness hevur seinnapartin skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri hetta kappingarárið, boðar B36 frá.

 

- 24 ára gamli norðmaðurin kemur úr IK Start, sum spælir í norsku OBOS-ligaini, sum er næstbesta deildin. Árini 2018 til 2022 spældi hann fyri Grorud, sum eisini var í næstbestu deildini.

 

Hann hevur samanlagt spælt 119 dystir í OBOS-ligaini. 13 teirra hevur hann spælt í ár. Fabian Østigård Ness hevur fyri tað mesta spælt sum vinstri bakkur, men hevur eisini roynst sum vongspælari. Fabian Østigård Ness verður við í ferðalagnum, sum mánakvøldið fer til Lettlands at spæla í Conference League.