Málið millum Paul Watson og Japan

* Sambært japanskum myndugleikum framdi Paul Watson í 2010 skaða á eitt japanskt hvalaveiðuskip og leyp á manningina.

* Í 2012 gav Japan altjóða handtøkuboð fyri Watson.

* 21. juli 2024 Watson kom í havnina í Nuuk. Her varð hann handtikin. Dagin eftir varð hann varðhaldsfongslaður.

* Tann 31. august bað Japan Danmark um at fáa Paul Watson útflýggjaðan til rættarsókn.

* Í morgin verður rættarfundur í Nuuk í Grønlandi um framhaldandi varðhaldsfongsling av Watson. Her skal avgerð bara takast um, hvørt Watson skal sita varðhaldsfongslaður - og tískil ikki um hann skal útflýggjast Japan.

* Tað er løgmálaráðið í Danmark, sum skal taka støðu til, um Paul Watson skal útflýggjast til Japans.

/ritzau/