Meistararnir eru ovast á talvuni

KÍ var væl upplagt í Sørvági, har Patrik Johannesen var tvífaldur málskjútti, og tað endaði við 5-1 sigri til gestirnar

Næstsíðsta leygardag vann KÍ við teprum 1-0 sigri stórsteypadystin ímóti HB.

 

Tá vísti KÍ seg ikki frá síni bestu síðu, og tað gekk illa at vinna fleiri upplagdar málmøguleikar.

 

Í dag var KÍ á Dungasandi í Sørvági, og tað vóru greipuvinnarar og vinnarar av stórsteypinum, sum vóru í heilt aðrari útgávu, enn teir vóru á Tórsvølli næstsíðsta leygarkvøld.

 

KÍ vann 5-1, og harvið eru klaksvíkingar ovast á stigatalvuni eftir fyrsta umfari, meðan 07 Vestur er niðast. Í øðrum umfari fær KÍ vitjan av NSÍ, sum í dag vann tepran heimasigur ímóti Víkingi, meðan 07 Vestur fer í Gundadal at spæla ímóti HB. Skipanin hjá KÍ var væl meiri framrættað, enn hon ofta hevur verið, og tað sást aftur í talinum á málmøguleikum.

 

Hálvleiksstøðan á Dungasandi var 2-0 til KÍ og burtursæð frá fyrstu løtuna, tá ið tað ikki fleyt heilt so væl, so hevði KÍ fleiri góðar málmøguleikar. Bæði í 17. minutti, og í 25. minutti var tað Árni Frederiksberg, sum átti uppleggið. Málskjútti í fyrra førinum var Filip Brattbakk, og í seinna førinum var tað Daniel Johansen, sum eftir snilt horna úr vinstru og av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í handara síðunetið.

 

Fyrstu sjey minuttirnar av seinna hálvleiki bukaði KÍ heimaliðið av álvara, tí tá skoraðu klaksvíkingar trý mál aftrat. Tað fyrsta Patrik Johannesen eftir upplegg frá Filip Brattbakk, tað næsta skoraði Árni Frederiksberg eftir upplegg frá nýggja miðvallaranum Oussama Ali, ið avloysti skadda Hall Hansson, og so varð Patrik Johannesen tvífaldur málskjútti, tá ið Páll A. Klettskarð átti uppleggið.

 

Fimm minuttir undan leikloki var tað Jasper Van Der Heyden, sum pyntaði um úrslitið fyri 07 Vestur.