Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, í samrøða saman við Haakon krúnprinsi um sambandið við Jeffrey Epstein. - Mynd: Torbjørn Brovold/Nrk/Ritzau Scanpix

Mette-Marit: Eg varð manipulerað og svikin av Jeffrey Epstein

Mette-Marit krúnprinsessa varð manipulerað av Epstein. Hákon krúnprinsur visti, at tey báðir kendust.

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, í samrøða saman við Haakon krúnprinsi um sambandið við Jeffrey Epstein. - Mynd: Torbjørn Brovold/Nrk/Ritzau Scanpix

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, sigur í samrøðu við norsku sjónvarpsstøðina NRK fríggjamorgunin, at hon varð "manipulerað og svikin" av nú deyða kynsbrotsmanninum Jeffrey Epstein.

 

– Eg vildi sjálvandi ynskt, at eg ongantíð hevði møtt honum, sigur hon.

 

Hon sigur, at tað er ótrúliga umráðandi fyri hana at taka ábyrgd av ikki at kanna hansara bakgrund rætt og av at verða manipulerað eins og hon gjørdi.

 

– Men tað er týdningarmikið fyri meg at gera greitt, at tað er eingin orsøk at halda, at tað er synd í mær í hesi støðuni. Eftir øllum at døma eru tað øll offrini, sum hava verið yvirsædd fyri grovu misnýtslurnar, sum hava uppiborið rættvísi, sigur norska krúnprinsessan við NRK.

 

Hákon krúnprinsur, sum eisini luttekur í samrøðuni við konu sína, sigur, at hann visti, at Mette-Marit og Jeffrey Epstein kendust.

 

– Jú, eg visti, at tey kendust og at tey høvdu hitst í USA. Hann var eisini her, og krúnprinsessan vísti honum Frognerparken.

 

– Eg møtti honum sjálvur einaferð, tá vit vóru í familjuferiu í St. Barths. Vit møttu honum á gøtuni til ein stuttan fund. Eg visti eisini, at krúnprinsessan búði í húsinum í Palm Beach, sigur Hákon krúnprinsur við NRK, sambært NTB.

 

– So tað var sjálvandi einki loyndarmál okkara millum. Eg hoyrdi eisini, at krúnprinsessan helt tað vera fløkt.

 

·– Hon misti so við og við álitið á Epstein og varnaðist, at hetta var ein persónur, sum ikki ildi henni væl, og tað førdi til, at hon sleit sambandið við hann, sigur krúnprinsurin.

 

NRK var avmarkað til eina 20 minuttir langa samrøðu við Mette-Marit krúnprinsessu og Haakon krúnprins.

 

Tað sigur norska sjónvarpsstøðin við tíðindastovuna NTB.

 

– Sambært Slottinum mátti samrøðan avmarkast til umleið 20 minuttir orsakað av heilsustøðuni hjá krúnprinsessuni. Talið av spurningum, sum NRK setti, varð lagað til hetta markið, skrivar NRK.

 

– Tað hevur staðið NRK frítt at velja, hvørjar spurningar vit seta í samrøðuni. Eingin uttan fyri NRK hevur sæð samrøðuna áðrenn útgávunaa, stendur í frágreiðing um, hvussu samrøðan varð gjørd.

 

Tað er væl yvir ein mánaður síðani, at drúgva sambandið hjá krúnprinsessuni við Jeffrey Epstein gjørdist alment kent.

 

Síðst í januar gav amerikanska løgmálaráðið út eitt risa tal av skjølum, sum snúðu seg um handilsmannin og dømda kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

 

Í hesum sambandi vórðu ein røð av teldupostum, sum Epstein og krúnprinsessan høvdu sent hvørjum øðrum, almannakunngjørdir.

 

Teldupostarnir vístu, at tey bæði hittust fleiri ferðir, og krúnprinsessan Mette-Marit vísti til Epstein sum vin sín.

 

Millum annað vitjaði krúnprinsessan heima hjá Jeffrey Epstein í Palm Beach í Florida í fýra dagar í 2013.

 

 

 

/Ritzau/

 

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, í samrøða saman við Haakon krúnprinsi um sambandið við Jeffrey Epstein. - Mynd: Torbjørn Brovold/Nrk/Ritzau Scanpix