Bert tvey fólk eru eftir í kappingini um at vera varaforsetavalevni hjá Kamala Harris.
Tað siga tríggjar keldur við innliti í gongdina siga við tíðindastovuna Reuters, áðrenn demokratiska forsetavalevnið væntandi í dag fer at kunngera, hvør fer at stilla upp saman við henni til valið í november.
Teir báðir eru Josh Shapiro, sum er guvernørur í Pennsylvania, og Tim Walz, sum er guvernørur í Minnesota.
Amerikanski miðilin CNN skrivar eisini, at møguleikarnir hjá Harris er minkaðir niður í tey bæði valevnini.
Harris er fyrsta svarta kvinnan, sum stendur á odda fyri einum av stóru flokkunum í USA í stríðnum um at gerast forseti.
Sum valevni til varaforseta hevur hon umhugsað hvítar menn, sum hava klárað at fingið atkvøður í økjum millum hvítum ella sjálvstøðugum fólkum.
Valið av varaforseta er eitt týdningarmikið stig á leiðini hjá Kamala Harris undan valinum 5. november, har hon skal møta republikanska forsetavalevninum Donald Trump.
Hann hevur valt J. D. Vance, sum er senatorur úr Ohio, sum hansara boð upp á varaforseta.
Leiðin hjá 59 ára gomlu Harris til at gerast forsestavalevni hevur sum kun nugt verið óvanlig.
Í longri tíð sá Joe Biden forseti út sum tað trygga demokratiska boðið at vinna á Donald Trump.
Men eftir eitt katastrofalt kjak móti Trump, fall undirtøkan í flokkinum fyri 81 ára gamla Biden upp á minni enn ein mánað.
21. juli skrivaði forsetin síðani í eini fráboðan á sosiala pallinum X, at hann fer úr forsetavalstríðnum. Hann vísti í staðin á Kamalu Harris sum avloysara.
Longu tá var hon nógv tað mest sannlíka valevnið til eitt demokratiskt forsetavalevni, og seinastu dagarnar er tað eisini alment staðfest, at hon er valevnið hjá Demokratunum.
Flokkurin boðaði sostatt mánadagin frá, at hon formliga hevur tryggjað sær uppstillingina eftir fimm dagar við atkvøðugreiðslu á netinum millum umboð. Sambært tíðindastovuni AP atkvøddu 99 prosent av umboðunum fyri Harris.
Longu fríggjadagin varð greitt, at hon hevði fingið nóg mikið av atkvøðum til at vera vís í at verða vald.
/ritzau/Reuters