Miðlar: Harris velur Walz sum valevni til varaforseta

Reuters og CNN vísa á ónevndar keldur, sum siga, at guvernørurin í Minnesota verður valevni til varaforseta hjá Kamalu Harris

Tim Walz, sum er guvernørur í Minnesota, verður valevni hjá Kamala Harris til varaforseta, fingu fleiri miðlar at vita í dag. (Savnsmynd). - Mynd: Jim Watson, Chris Kleponis/Ritzau Scanpix

Demokratiska forsetavalevnið, Kamala Harris, hevur valt Tim Walz, guvernør í Minnesota, til varaforsetavalevni.

 

Harris hevur boðað frá valinum í einum sms-boðum til stuðlar, skrivar tíðindastovan Reuters.

 

Harumframt skrivar CNN, at varaforsetin hevur boðað Walz frá, at valið er fallið til hann. Tað skuldi verið hent umvegis videosamrøðu, sigur fjølmiðilin frá eini keldu við vitan um málið.

 

Tríggjar keldur við vitan um gongdina hava áður sagt við Reuters, at bert tvey fólk skulu vera eftir í uppstillingini at gerast hennara varaforsetavalevni.

Umframt Tim Walz skuldi Josh Shapiro, sum er guvernørur í Pennsylvania, verið aftur við í kappingini.

Síðan 2019 hevur 60 ára gamli Tim Walz verið guvernørur í Minnesota, sum hevur siðvenju at atkvøða fyri Demokratunum.

Men hann hevur víst seg at veriðeitt vælumtókt val hjá fleiri hvítum veljarum úti um landið, sum eftir siðvenju velja republikanska forsetavalevnið Donald Trump. Hann hevur valt J.D. Vance, sum er senatorur úr Ohio, sum hansara boð sum varaforseta.

Samstundis hava sokallaðir framsøknir bólkar og ung fegnast um álopið hjá guvernøranum á Trump, skrivar Reuters. Millum annað hevur Walz kallað Trump og aðrar republikanskar profilar fyri "undarligar".

Guvernørururin var í mong ár partur av tjóðarverjuni, sum áleið svarar til heimaverjuna í Danmark.

Varaforsetin er fyrsta svarta kvinnan, sum stendur á odda fyri einum av stóru flokkunum í USA í stríðnum um at gerast forseti.

Leiðin hjá 59 ára gamla Harris til tilnevningina hevur sum kunnugt verið óvanlig.

Í longri tíð sá Joe Biden forseti út sum tað trygga demokratiska boðið upp á persónin, sum skal royna at vinna á Donald Trump.

Men eftir eitt katastrofalt kjak móti Trump, fall undirtøkan í flokkinum fyri 81 ára gamla Biden uppá minni enn ein mánað.

Tann 21. juli boðaði forsetin síðani frá, at hann fer úr forsetavalstríðnum. Hann vísti í staðin á Kamalu Harris sum avloysara.

Longu tá var hon nógv tað mest sannlíka valevnið til eitt demokratiskt forsetavalevni, og seinastu dagarnar er hon eisini alment staðfest sum valevni.

 

/ritzau/

 

Tim Walz, sum er guvernørur í Minnesota, verður valevni hjá Kamala Harris til varaforseta, fingu fleiri miðlar at vita í dag. (Savnsmynd). - Mynd: Jim Watson, Chris Kleponis/Ritzau Scanpix