Misti tveir fiskakassar í Norðoyatunlinum

Ein lastbilaførari er skuldsettur fyri ikki at tryggja sær lastina nóg væl

Seint í gjárkvøldið misti ein lastbilur tveir fiskakassar úr lastini í Norðoyatunlinum. 

Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at bilførarin er skuldsettur fyri ikki at tryggja góðs í lastini nóg væl, og at tað gevur umframt bót klipp í koyrikortið.

Tað skapti eitt sindur av ørkymlan, tá skeltað varð sambandi við vegarbeiði millum Fjarða. Har vóru skelti sett upp soleiðis, at ferðslan í aðrari síðuni varð tarnað. Men onkur gløggur bilførari varnaðist, at sama skelti stóð í báðum endum – segði, at tú hevði fyrsta rætt at koyra. Hesin boðaði løgregluni frá, sum gav felagnum boð um at rætta skeltingina.

Klokkan 21.30 kom ein fráboðan um leysan seyð í Trongisvági. Tey boðini fóru til aktingarmann, sum tók sær av tí.

Stutt eftir klokkan hálvgum sjey fekk løgreglan boð um, at okkurt plasttilfar lá á vegnum í Húsareynstunlinum. Tað er eftir øllum at døma onkur, sum hevur mist tað úr lastini. Sløkkiliðið í Havn tók sær av at rudda tað uppaftur, sigur vaktleiðarin.