Á norsku heimasíðuni - www.ilaks.no - er í dag samrøða við stjóran í Mowi Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen. Hann sigur, at felagið brúkti sjey ár til at fáa bilbugt við hetta harðbalnað aliøki, sum Sandsvág er, og nú hevur felagið havt eina útseting uttan lús.
- Tað er góður aktivitetur á virkinum hjá felagnum á Strondum. Ein trailari við merkinum "Rinka", sum er merkið hjá felagnum í Føroyum, bakkar inn til terminalin, og tveir tangabilar fyltir við nýblóðgaðum laksi eru í ferð við at pumpa fiskin inn á virkið.
Nakað soleiðis skrivar www.ilaks.no í dag.
Í grenini verður víst á, at í Føroyum er Mowi minsta alifelag av trimum. Felagið hevur eina árliga framleiðslu á 15.000 tons. Bæði Bakkafrost og Hiddenfjord framleiða meira laks enn Mowi.
Sambært stjóranum í Mowi Føroyar, Hans Jákupi Mikkelsen, er góð gongd í felagnum.
- Tað gongur væl hjá okkum. Vit hava góða lívfrøði, og tað er tað týdningarmesta, haldi eg.
Hann leggur aftrat, at fyri tað fyrsta er eftirlitið við deyðligheitini gott, og haraftrat veksur fiskurin væl, sigur hann við norsku heimasíðuna.
Í greinini verður víst á, at Mowi keypti virkið á Strondum frá Bakkafrost, eftir at Bakkafrost hevði bygt sítt nýggja virkið á Glyvrum.
- Vit samstarva væl, hóast vit eru kappingarneytar. Samstarvið er gott, sigur hann og leggur aftrat, at Bakkafrost viðhvørt keypir smolt frá teimum, og Mowi keypir allar flamingokassarnar frá Bakkafrost.
Øll samrøðan við Hans Jákup Mikkelsen kann lesast á hesi leinkju - https://ilaks.no/mowi-har-temmet-sin-toffeste-lokalitet-pa-faeroyene/
##med2##