Eftir hetta havi eg fingið fleiri áheitanir frá fólki, sum spyrja um mína meining. Hendan greinin skal tí síggjast í ljósinum av tí.
Vit eru øll samd um, at Føroyar er eitt gott land at búgva í. Eitt demokratiskt og frælst vælferðarsamfelag. Vit liva í friði uttan kríggj og stríð og hava lágan kriminalitet. Eg eri sannførd um, at kristnu grundvirðini hava stóran heiður av hesum. Hesum eiga vit at halda fast í.
Sporini ræða
Vit lesa dagliga um ófrið og kríggj har islam hevur vald. Bara fyri at taka úr rúgvuni kann eg nevna Afghanistan og Pakistan, og vit vita øll hvat gongur fyri seg í Iran, Sudan og Nigeria. Í Iran verða mótstóðufólk av prestastýrinum slaktaði , og í Nigeria verða kirkjur rændar og tey kristnu forfylgd og dripin, og tað sama í Sudan.
Í Svøríki eru støð har ikki eingong politiið hættar sær inn í ávísar býarpartar orsakað av radikaliseraðum tilflytarum.
Í Danmark hava vit Hizb ut Tahrir, sum m.a. arbeiðir við at radikalisera tey ungu. Tey ungu gerast meir radikal enn tey eldru.
Flestu okkara minnast teknarin hjá Jyllands Posten, Knud Vestergaard, sum teknaði profetin Muhammed við eini bumbu í turbanini. Fyri tað bleiv hann forfylgdur og hóttur eftir lívinum og mátti goyma seg burtur av ótta fyri at blíva dripin.
Vit kunnu eisini taka yvirgangsálopið á satirumagasini Charlie Hebdo í París 7. Januar 2015, sum kostaði 12 mannalív. Tað vóru tveir islamistiskir brøður Said og Cherif Kouachi, sum trongdu seg inn á blaðið og skutu frá hond. Álopið var hevnd fyri tekningar, sum blaðið hevði gjørt av profetinum Muhammed. Hetta útloysti meir yvirgang fylgjandi 3 dagarnar, sum kostaði í alt 20 mannalív.
Størsta yvirgangsálop í søguni var tann 11. Sept. 2001, tá tvey rænd flogfør flugu inn í tvey háhús í New York og 2977 fólk lótu lív og fleiri særd. Osama Bin laden, leiðarin av al-Qaeda stóð aftanfyri hetta.
Tá vit tosa um Islam, verður altíð bara tosað um islam sum eina religión og at vit ikki kunnu noktað eini religión, tí vit hava trúarfrælsi í Føroyum. Ein onnur síða av islam verður kallað politisk islamisma. Tað er ein ideologi, sum vil hava alt lógarverk í samfelagnum gjørt út frá islamiskum princippum. Religión og statur eru óloysandi samanbundin.
Vit kenna felagsskapir sum IS og AL-Quaida, ið nýta harðskap og yvirgang til at fáa vald, meðan aðrar røðrslur nýta tað demokratisku skipanina. Endamálið er tað sama, nevniliga at innføra Sharialóg og í allar mátar broyta samfelagið eftir islamskum princippum. Hetta er ein veruleiki vit mugu síggja inn í eyguni og verja okkum ímóti.
Eg ynski, at vit framhaldandi skulu liva í frið og semju uttan kríggj og ófrið, sum vit altíð hava gjørt. Eg ynski framhaldandi at byggja á kristnu grundvirðini, sum vit hava bygt á higartil, og sum hava gjørt Føroyar til heimsins besta stað. Hetta kann broytast, um vit loyva fremmandum mentanum inn, sum gera seg inn á okkara mentan og vilja broyta okkum. Vit vilja tó altíð verða ósamd um ymiskt, og tað skulu vit hava loyvi til.
X við A.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur











