Netanyahu fer til USA og trýr uppá hjálp frá Trump til vápna­hvíldar­avtalu

Benjamin Netanyahu hevur sent semingsmenn til Qatar og fer sjálvur til USA at hitta Trump forseta.

Benjamin Netanyahu vitjaði seinast Donald Trump í Hvítu Húsunum fyrst í apríl. - Mynd: Kevin Mohatt/Reuters

Ísraelsku semingsmenninir hava fingið greið boð um at gera eina vápnahvíldaravtalu í Gaza undir teimum treytum, sum Ísrael hevur góðkent frammanundan.

 

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, áðrenn hann í kvøld fer umborð á flogfar til Washington D.C., sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Í USA fer hann at hitta forsetan í landinum, Donald Trump.

 

Netanyahu sigur áðrenn hann fer avstað, at hann heldur, at Trump kann hjálpa Ísrael at náa sínum málum við samráðingunum um vápnahvíld.

 

– Eg trúgvi neyvan, at samráðingarnar við Trump forseta kunnu vera við til at stuðla hesum úrslitum, sigur ísraelski forsætisráðharrin.

 

Semingsmenninir hjá Ísrael fóru sunnudagin til Katar, har samráðingar um vápnahvíld eru millum Ísrael og hernaðarrørsluna Hamas.

 

Katar meklar samráðingarnar saman við USA og Egyptalandi

 

Netanyahu legði afturat á flogvøllinum uttan fyri Tel Aviv, at Ísrael fer ikki at góðtaka eina vápnahvíldaravtalu, sum loyvir Hamas at vera verandi í Gaza.

 

– Vit fara ikki at loyva eini støðu, har eggjað verður til ræningar og dráp, segði hann, sambært ísraelska miðlinum Times of Israel.

 

Ógreitt er, hvørjar treytir Ísrael hevur góðkent í sambandi við samráðingarnar um vápnahvíld.

 

Hamas sendi fríggjadagin sínar viðmerkingar til uppskot til avtalu.

 

Sambært Times of Israel snýr uppskotið seg um eina vápnahvíld í 60 dagar. Innan tað tíðarskeiðið skal Hamas sleppa umleið helvtini av teimum livandi og helvtini av teimum deyðu ísraelsku gíslunum, sum enn eru í varðhaldi hjá Hamas.

 

Eftir hetta verða 22 gíslar eftir í Gaza, harav tíggju verða hildnir at vera á lívi.

 

Hamas boðaði samstundis frá, at rørslan hevði svarað positivt uppskotinum til avtalu og var til reiðar at fara undir samráðingar.

 

Men Hamas hevði eisini krøv um broytingar. Sambært Times of Israel krevur Hamas, at samráðingarnar um varandi vápnahvíld halda fram, til semja er fingin í lag.

 

Harumframt vil Hamas hava latið fult upp fyri útbering av neyðhjálp til Gaza, og hon skal býtast út í Gaza umvegis skipanir, sum ST og aðrir altjóða hjálparfelagsskapir stuðla.

 

Í dag er tað fyrst og fremst Gaza Humanitarian Foundation (GHF), sum Ísrael og USA stuðla, sum býtir neyðhjálp út. GHF hevur millum annað fingið atfinningar fyri ikki at tryggja trygdina hjá sivilum.

 

At enda krevur Hamas sambært Times of Israel, at ísraelski herurin tekur seg aftur í støðurnar, sum hann hevði havt, áðrenn seinasta vápnahvíldin datt niður í mars.

 

Krøvini hjá Hamas um broytingar hava ikki verið væl móttiknar í Ísrael, har forsætismálaráðið leygarkvøldið boðaði frá, at krøvini ikki kunnu góðtakast.

 

/Ritzau/

 

Benjamin Netanyahu vitjaði seinast Donald Trump í Hvítu Húsunum fyrst í apríl. - Mynd: Kevin Mohatt/Reuters