Eitt lítið smáflogfar noyddist í dag at gera tað, sum løgreglan kallar "eina kontrolleraða" neyðlending í Noregi.
Hetta hendi á einum vølli í Vestvågøy í Nordland. Tvey fólk vóru í flogfarinum, og tey sluppu óskalað frá hendingini.
Flogfarið, sum endaði á takinum, fekk materiellar skaðar.
Tað er norska løgreglan, sum hevur tikið viðheftu mynd, og tað er eisini løgreglan, sum hevur fjalt bókstavirnar á flogfarinum.
- Hendingin verður kannað, sigur átakaleiðarin hjá norsku løgregluni, May Wenche Hansen.
Norskir miðlar skriva í kvøld um hendingina við smáflogfarinum, og millum miðlarnar er eitt nú Verdens Gang.











