Níggju fólk deyð í russiskum álopi á Kyiv

Í minsta lagi níggju fólk lótu lív, tá Russland í nátt framdi eitt missilálop á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv.

Roykur stígur upp úr fleiri bygningum í Kyiv eftir russiska missilálopið leygarnáttina. Minst níggju fólk lótu lív, og fleiri enn 20 vórðu særd. (Mynd: Gleb Garanich/Reuters)

Tað upplýsir ukrainski tilbúgvingarmyndugleikin sambært AFP.

 

Harumframt vórðu minst 23 fólk særd.

 

Sambært myndugleikunum kyknaði eldur í fleiri økjum í býnum, og stórar oyðileggingar hendu í fimm býarpørtum.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at Russland nýtti ballistisk missil í álopinum.

 

Ein íbúðarbygningur fekk stóran skaða, og fyrsta og onnur hædd rapaðu partvíst saman. Eisini kyknaði eldur í fleiri goymslubygningum.

 

Longu tíðliga um náttina ávaraði Klitsjko um álopið.

 

– Spreingingar hoyrast í býnum. Kyiv er undir álopi við ballistiskum missilum. Leitið tykkum í skjól, segði hann.

 

AFP-fráboðarar í Kyiv siga, at meira enn tíggju spreingingar hoyrdust við stuttum millumbilum, og at trýstbylgjurnar vóru so harðar, at bilalarmar fóru í gongd kring býin.

 

Álopið kemur fáar dagar eftir, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevði fund við amerikanska forsetan Donald Trump í Washington.

 

Har umrøddu teir møguleikan fyri, at Ukraina fær loyvi at framleiða amerikonska Patriot-loftverjuskipanina, sum er avgerandi fyri at verja Kyiv og aðrar býir móti russiskum ballistiskum missilum.

 

Zelenskyj segði eftir fundin, at Trump hevði góðtikið at geva Ukraina framleiðsluloyvi. Men í einari samrøðu við Financial Times fríggjanáttina segði Trump, at endalig avgerð enn ikki er tikin.

 

##med2##

 

Roykur stígur upp úr fleiri bygningum í Kyiv eftir russiska missilálopið leygarnáttina. Minst níggju fólk lótu lív, og fleiri enn 20 vórðu særd. (Mynd: Gleb Garanich/Reuters)

Íbúgvar í Kyiv standa uttan fyri ein bústaðarbygning, sum fekk stóran skaða í russiska missilálopinum leygarnáttina. Partar av bygninginum rapaðu saman. (Mynd: Gleb Garanich/Reuters)