- Hetta verður eitt rættiligt músaár í ár

- Vit merkja týðiliga, at fólk vilja hava effektivar loysnir. Nógv velja elektroniskar fellur, men klassisku músa-og rottufellurnar selja eisini væl, siga norskir handlar

Í heyst hava handlar í Noregi selt músafellur, sum ongantíð áður, og orsøkin er, at norðmenn vænta, at hetta verður eitt rættiligt músaár.

 

Nú kuldin er komin, og mýs og rottur royna at sleppa inn í úthús, bilhús og sethús, siga fleiri norskir handlar frá nógv øktari sølu av músa-og rottufellum og eituri móti smádjórum.

Sagt verður úr Noregi, at í tíðarskeiðnum september til januar hava tey vanliga umleið 74 prosent av árliga umsetninginum av músa-og rottufellum og eituri móti skaðadjórum.

 

- 2025 sær út til at gerast eitt metár. Vit síggja ein veldugan vøkstur í søluni, og í løtuni liggur sølan 125 prosent omanfyri søluna samanborið við somu tíð í fjør.

Í handlunum verður sagt, at hetta helst verður ein strævin tíð, tá ræður um mús og rottur, og hetta verður ein strævin tíð, bæði fyri viðskiftafólk og handlarnar.

 

- Vit merkja týðiliga, at fólk vilja hava effektivar loysnir. Nógv velja elektroniskar fellur, men klassisku músa-og rottufellurnar selja eisini væl, siga handlarnir, sum tv2.no hevur skift orð við.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: tv2.no