Tað upplýsir norska kongshúsið í tíðindaskrivi í dag.
Sambært norska kongshúsinum hevur 88 ára gamla drotningin brúk fyri hvíld og tillaging av heilivágnum.
Drotningin hevur fyrr í dag verið til kanningar á Rikshospitalet í Oslo, men verður ikki innløgd.
Í staðin fer hon at halda seg heima undir sjúkrameldingini.
Kongshúsið upplýsir samstundis, at drotningin er við góðum treysti.










