Nú er skaðalistin heilt nógv styttri í Klaksvík

Í dag eru nógv teir flestu á liðnum hjá 07 Vestur lokalir spælarar

Dan Brimsvík er venjari hjá 07 Vestur, sum í dag hevur nógvar lokalar spælarar á liðnum ímóti KÍ

Einasti landskappingardysturin í bestu deildini hjá monnum í dag er í Sørvági, har 07 Vestur hevur vitjan av KÍ.

 

Higartil í ár hevur liðið hjá 07 Vestur verið eyðkent av, at nógvir útlendskir spælarar og fáir lokalir spælarar hava verið millum teir fyrstu ellivu. Soleiðis er tað ikki í dag. Dan Brimsvík er venjari við tí endamáli at menna lokalu spælararnar, og í dag eru tað fýra útlendskir spælarar á liðnum og sjey lokalir spælarar.

 

Sonni Ragnar Nattestad er nýggjur liðformaður, og Teitur Olsen, sum ikki hevur spælt í bestu deildini í ár, er millum teir fyrstu ellivu saman við eitt nú Jónar Prior, sum ikki hevur nógvar royndir í bestu deildini. Mikkel Elbæk Jakobsen er nýggjur í 07 Vestur. Hann hevur áður spælt við NSÍ.

 

Á beinkinum eru sjey lokalir spælarar.

 

Hjá KÍ er tað merkisvert, at Mads Bo Mikkelsen er á beinkinum. Tað vil siga, at nú er tað bara liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum er langtíðarskaddur.

 

Í dag er Hallur Hansson á beinkinum, meðan Odmar Færø og Deni Åavlovic ikki eru á listanum. Árni Frederiksberg er leikbannaður.

 

07 Vestur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00.

 

Dan Brimsvík er venjari hjá 07 Vestur, sum í dag hevur nógvar lokalar spælarar á liðnum ímóti KÍ