Nú verður Eplafestivalurin tikin uppaftur

Tey árini, Eplafestivalurin var, varð tiltakið væl vitjað, og nú koyrandi er undir Skopunarfirði, er lítið at ivast í, at undirtøkan hesaferð verður minst líka so stór sum áður.

Tað er nú greitt, at vælumtókti Eplafestivalurin, sum í nøkur ár varð hildin í Trøðum á Sandi, nú verður vaktur til lívs aftur.

 

Hetta varð kunngjørt á Facebook-vanganum hjá Eplafestivalinum í gjár. Lagt verður aftrat, at dagurin hesaferð verður leygardagin hin 28. september. 

 

Og líkt er til, at hetta er eitt tiltak, sum saknur hevur verið í. 

 

Hóast kunningin um uppafturtøku av festivalinum bert hevur ligið úti í einar 12-13 tímar, hava fleiri enn 180 "dámað" fráboðanina á Facebook-vanganum.

 

Tað eru eisini fleiri, sum á tráðnum hjá Eplafestivalinum siga seg fegnast, nú frálíka tiltakið verður tikið uppaftur.

 

Higartil er einki sagt um, hvør skráin verður - ei heldur, hvussu tiltakið hesaferð verður skipað í mun til undanfarnar Eplafestivalar.

 

Tað fara vit at frætta um seinni.

 

Á Eplafestivalinum verður grøðin sett í hásæti, og er tað nakað, sum bygdin er kend fyri, er tað fantastiska grøðin úr sand-og moldjørðini á Sandi.

 

Tey árini, Eplafestivalurin var, varð tiltakið væl vitjað, og nú koyrandi er undir Skopunarfirði, er lítið at ivast í, at undirtøkan hesaferð verður minst líka so stór sum áður.

 

##med2##