Nýggi hægsti leiðarin í Iran fer ikki at "vara leingi", uttan so at hann fær góðkenning frá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Tað segði Trump við amerikanska miðilin ABC News í dag.
– Hann noyðist at fáa okkara góðkenning, sigur forsetin.
– Fær hann ikki okkara góðkenning, heldur hann ikki leingi. Vit vilja tryggja okkum, at vit ikki noyðast at fara aftur tíggjunda hvørt ár, tá tú ikki hevur ein forseta sum meg, sum ikki vil gera tað, heldur hann fram.
Iran skal hava ein nýggjan ovasta leiðara, eftir at ayatollah Ali Khamenei, sum hevði sitið við valdinum í fleiri áratíggju, varð dripin í álopum millum amerikansk og ísrael 28. februar.
Mohsen Heydari, sum er limur í serfrøðingaráðnum, sum hevur til uppgávu at velja nýggja leiðaran, sigur við iransku tíðindastovuna Isna, at eftirmaðurin hjá Khamenei er útnevndur.
Navnið á eftirmanninum er ikki almannakunngjørt enn.
Fyrr í vikuni segði Donald Trump við miðilin Axios, at hann persónliga fer at hjálpa til við at velja nýggja ovasta leiðaran í Iran.
Í dag spurdi ABC News forsetan, um hann vildi góðkenna onkran, sum hevur tilknýti til gomlu skipanina.
– Eg vildi, fyri at velja ein góðan leiðara vildi eg, ja eg vildi. Tað eru fleiri fólk, sum kundu kvalifiserað seg, svaraði Trump.
Sama dag segði uttanríkisráðharrin í Iran, Abbas Araghchi, at "tað er upp til iranska fólkið at velja sín nýggja leiðara".
– Vit loyva ikki nøkrum at blanda seg uppí okkara innanhýsis viðurskifti, sigur hann við amerikanska NBC News.
Tann, sum verður nýggjur leiðari í Iran, verður bæði ovasti trúarleiðari í landinum og ovasti politiski leiðari.
Millum teir, sum verða mett at hava bestu møguleikarnar at verða vald sum næsti leiðari í Iran, er Mojtaba Khamenei.
Hann er sonur Ali Khamenei, hevur tætt samband við kollveltingarverjuna, hevur ávirkan, men hevur higartil verið ein einsamallur persónur í iranska valdsskipanini, skrivar The New York Times.
Eitt annað møguligt valevni er Alireza Arafi, sum er imamur og løgfrøðingur og ein av trimum limum í skiftisráðnum, sum hevur staðið á odda fyri Iran síðani Ali Khamenei doyði.
Sayed Hassan Khomeini, sum er abbasonur stovnaranum av Islamiska Lýðveldinum og undanmanninum hjá Ali Khamenei, ayatollah Ruhollah Khomeini, er eisini valevni til arving, sambært The New York Times.
/Ritzau/











