Nýtt whisky frá Magnus Heinason í morgin

Í morgin verður nýtt whisky at fáa til keyps í Rúsuni. Hetta er 3. ferð, at gjørligt er at ogna sær whisky frá Magnus Heinason.

 

Talan er um single malt, ið er búnað í útvaldum Amontillado sherry tunnum.

 

Vatnið, ið er nýtt, er frálíka vatnið frá Kirvi,

 

Uttan reinleikan í vatninum frá Kirvi, hevði hetta ikki hetta verið ein verulig Magnus Heinason, frættist frá Magnus Heinason Whisky.

 

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við einari whiskyætlan í Lopra, og nú er so á 3. sinni møguleiki at ogna sær whisky frá Magnus Heinason.

 

Magnus Heinason Whisky er vatnað við Kirvi vatni, sum hevur víst seg vera framúr gott fyri tað endaliga produktið. Kirvi vatnið hevur av sommelierum verið skýrt til at verða besta vatn at blanda/vatna við, og er hetta ein avgerandi partur fyri góða smakkin.  

 

Tað er avmarkað nøgd av fløskum  framleiddar av 3. útgávuni.

 

Meira sæst her Magnus Heinason  – Organic Single Malt Whisky