Obama-ráðgevar skulu hjálpa Harris

Amerikanski varaforsetin, Kamala Harris, hevur sett trý nýggj starvsfólk at hjálpa sær í valstríðsliðnum.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama og kona hansara, Michelle Obama, hava givið sín stuðul til Kamala Harris sum nýtt forsetavalevni hjá demokratunum. Barack og Michelle Obama vóru forsetahjún í landinum millum 2009 og 2017. Tey verða mett at hava stóra ávirkan á demokratisku veljararnar. (Savnsmynd). - Mynd: Carolyn Kaster/Ritzau Scanpix

Talan er um ráðgevar, sum allir ráðgóvu fyrrverandi forsetanum, Barack Obama, tær báðar ferðirnar, hann vann forsetavalið í USA.

Tað segði ein kelda við innanhýsis vitan um málið við Reuters í dag.

Kampanjuliðið eru kreftirnar aftan fyri Harris í valstríðnum.

Hon verður væntandi vald sum forsetavalevni hjá demokratunum til forsetavalið 5. november. Flokkurin boðaði fyrr fríggjadagin frá, at hon hevur fingið nóg mikið av atkvøðum millum umboðini til at verða uppstillað til starvið.

 

Her skal hon stríðast ímóti republikanska valevninum, fyrrverandi forsetanum Donald Trump.

 

Millum nøvnini, sum Harris hevur fingið inn fyri at styrkja sínar møguleikar, er David Plouffe.

 

Hann var valstríðsleiðari hjá Obama, tá demokraturin stillaði upp í 2008, og leiðandi ráðgevi, tá Obama vann aftur í 2012. Plouffe skal eisini vera leiðandi ráðgevi hjá Harris.

 

Í framtíðini fer Stephanie Cutter eisini at hjálpa Harris í stríðnum um forsetasessin. Hon verður mett at vera eitt máttmikið navn innan flokkin og var samskiftisstjóri, tá Obama var í Hvítu Húsunum. Hon hevur eisini verið varakampanjuleiðari hansara.

 

Mitch Stewart, sum var partur av valstríðstoyminum hjá Obama báðar ferðirnar, hann vann valið, skal ráðgeva Harris serliga í valstríðnum hjá henni í svingstatunum.

 

Meirilutin av statunum hevur ein greiðan meiriluta fyri antin republikanarar ella demokratar, og tú kanst tí typiskt spáa um, hvørjum valevni atkvøðurnar hjá statinum fara til.

 

Tí fer veruliga stríðið um formansvalið fram í svingstatunum, har býtið av veljarunum er meira javnt, og teir kunnu soleiðis avgera valið.

 

Í valstríðnum hjá Harris eru longu fleiri, sum hava royndir frá valstríðnum hjá Obama. Millum annað David Binder, sum stóð fyri meiningakanningunum, sum flokkurin gjørdi til valstríðið hjá Obama.

 

Í sambandi við nýggju setanirnar hevur hann víðkað sítt ábyrgdarøki fyri valstríðnum hjá Harris, og skal nú eisini hava ábyrgdina av øllum meiningakanningunum fyri hennara valstríð.

 

Átaksliðið hjá Harris verður stýrt av Jen O’Malley Dillion, sum hevur evstu ábyrgdina. Hon arbeiddi eisini við teimum báðum valstríðunum hjá Obama, umframt at hon hevði ovastu ábyrgdina av valstríðnum hjá núverandi Joe Biden, forseta, í 2020.

 

/ritzau/

 

 

 

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama og kona hansara, Michelle Obama, hava givið sín stuðul til Kamala Harris sum nýtt forsetavalevni hjá demokratunum. Barack og Michelle Obama vóru forsetahjún í landinum millum 2009 og 2017. Tey verða mett at hava stóra ávirkan á demokratisku veljararnar. (Savnsmynd). - Mynd: Carolyn Kaster/Ritzau Scanpix

Kevin Lamarque/Reuters/Ritzau Scanpix