Tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir koma inn at landa í næstu viku

Øll partrolarapør eru til fiskiskap

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu og flatfiski

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir koma inn at landa í næstu viku

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at øll partrolarapørini eru til fiskiskap í løtuni.

 

- Fiskiskapurin er smáligur, men vit vænta, at flestu pørini koma inn at landa í næstu viku.

 

Av djúpvatnstorlarunum fiska tveir svartkalva. Ein hevur verið á Íslandsrygginum, men fer væntandi at fiska svartkalva nú.

 

- Væntandi koma tveir djúpvatnstrolarar inn at landa í næstu viku.

 

Sagt verður, at havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, fiskar norðanfyri. Teir fáa mest av hýsu og toski.

 

- Jákup Sverri kemur inn at landa miðskeiðis í vikuni, sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu og flatfiski.

 

Báðir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Bæði skipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

 

 

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir koma inn at landa í næstu viku