Ørsted hevur brúkt dronur til at flyta lutir upp til 100 kilo til fleiri av vindmyllunum hjá orkufelagnum.
Tað skrivar Ørsted í tíðindaskrivi.
Í verkætlanini hevur Ørsted gjørt av at dagføra rýmingar- og trygdarútgerðina á øllum 94 vindmyllunum í Borssele 1 & 2 vindmyllulundunum í Hollandi.
Vanliga siglir eitt skip frá vindmyllu til vindmyllu og lyftir við krana kassan við útgerðini, sum skal flytast, upp á ein pall á vindmylluni.
Síðan verður kassin fluttur til nacelluna hjá mylluni - sum situr aftanfyri veingirnar og kann metast at vera sjálvt húsið aftanfyri á vindmylluni.
Tað er ein longri tilgongd, sum kann taka umleið seks tímar. Við at brúka dronurnar til tungan farm, kann tann tilgongdin styttast munandi.
Ørsted skrivar, at tað tekur umleið fýra minuttir fyri hvørja vindmyllu hjá dronuni at flúgva frá skipinum upp á toppin á vindmylluni.
Um tú tekur tíðina, sum skipið tekur at sigla út á havvindmyllulundina við, millum tyrlurnar og aftur at landi, so hevur Ørsted megnað at klára uppgávur á Borssele tíggju til fimtan ferðir skjótari enn vanligt.
Harumframt er tørvurin á nógvum sigltúrum í sambandi við at flyta farm til vindmyllurnar minkaður.
- Tær (dronurnar, red.) bøta um trygdina, minka um CO2-útlátið og minka um útreiðslurnar av at reka vindmyllulund á sjónum, sigur Rasmus Errboe, varastjóri í felagnum, í tíðindaskrivinum.
Dronurnar viga 70 kilo og hava eina veingjabreidd á 2,6 metrar. Ørsted royndi tær og nýggja konseptið í fjør á havvindmyllulundini Hornsea 1 í Bretlandi.
Við at brúka dronurnar er ikki neyðugt at steðga vindmyllunum, tá lastin verður latin.
Sambært Ørsted minkar tað um váðan og økir um trygdina hjá teimum, sum arbeiða við vindmyllunum.
/ritzau/