OL-fótbóltur: Frakland vann á Argentina - Egyptaland vann á Paraguay

Teir fýra hálvfinalistarnir í olympisku fótbóltskappingini hjá monnum eru funnir

Tað vera Frakland, Egyptaland, Spania og Marokko sum skulu spæla hálvfinalurnar í olympisku fótbóltskappingini hjá monnum í París.

 

Frakland vann prestisjufullu fjórðingsfinaluna 1-0 á Argentina, og fekk harvið hevnd aftaná HM-finalutapið fyri Argentina í 2022.

 

Egyptaland vann 6-5 á Paraguay aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Fyrr í dag vann Marokko 4-0 á USA, og Spania vann 3-0 á Japan.

 

Úrslitini í fjórðingsfinalunum:

 

Frakland-Argentina 1-0 (1-0)

 

1-0 Jean-Philippe Mateta ('5)

 

Egyptaland-Paraguay 6-5 (1-1 - 0-0)

 

0-1  Diego Gomez (´71)

 

1-1 Ibrahim Adel (´88)

 

Egyptaland vann brotssparkskappingina 5-4. Egyptaland setti fimm av brotsspørkum í netið, Paraguay brendi eitt og setti fýra brotsspørk í netið. 

 

Marokko-USA 4-0 (1-0)

 

1-0 Soufiane Rahimi (´29 br.)

 

2-0 Ilias Akhomach (´63)

 

3-0 Achraf Hakimi (´70)

 

4-0 Mehdi Maouhoub (´90+1 br.)

 

Japan-Spania 0-3 (0-1)

 

0-1 Fermín López ('11)

 

0-2 Fermín López ('73)

 

0-3 Abel Ruiz ('86)

 

Hálvfinalurnar eru hesar:

 

Frakland-Egyptaland (5. august klokkan 20)

 

Marokko-Spania (5. august klokkan 17)

 

Finalan verður leikt 9. august klokkan 17.