Fyri triðju ferð í søguni er norska kvinnulandsliðið í hondbólti olympiskur meistari í hondbólti.
Í finaluni í Lille í Fraklandi frammanfyri 27.000 áskoðarum - harav teir flestu heppaðu á vertstjóðina - vann Noreg greiðan 29-21 sigur á Fraklandi.
Noreg var á odda 15-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki stongdu 44 ára gamla, Kathrine Lunde í málinum og norska verjan málið fyri fraklendingum, og vunnu uppiborið OL-gull.
Talan var um seinasta dystin hjá 32 ára gamla norska stórleikaranum, Stine Bredal Oftedal ið setti eitt flott punktum við OL-gulli og fimm málum í finaluni.
Heimsins besti hondbóltsleikari, Henny Ella Reistad gekk undan við at skjóta átta mál, umframt at hava fleiri assists og eitt framúr avrik í verjuspælinum.
Talan er um tíggjunda gullið íslendski landsliðsvenjarin, Þórir Hergeirsson vinnur við Noregi. Talan er um heiðursmerki nummar 16 hjá Þórir Hergeirsson, sum landsliðsvenjari hjá Noregi.
Noreg-Frakland 29-21 (15-13) - OL - Finala
Noreg: Henny Ella Reistad 8, Kari Brattset Dale 6, Stine Bredal Oftedal 5, Nora Mørk 3, Camilla Herrem 3, Sanna Charlotte Solberg-Isaksen 2, Stine Ruscetta Skogrand 2.
Bjargingar: Katrine Linde 12, 39% – Silje Solberg Östhassel 0.
Frakland: Orlane Kanor 5, Tamara Horacek 4, Laura Flippers 3, Pauletta Foppa 3, Chloe Valentini 2, Lucie Granier 2, Alicia Toublanc 1, Meline Nocandy 1.
Bjargingar: Laura Glauser 6, 22% – Hatadou Sako 3, 27%.