Tíðin hjá Sverra Nielsen var 6:44.83 og tíðin hjá Mihai Chiruta var eisini 6:44.83. Men Sverri Nielsen stóð sum vinnari fyrstu løtuna, men síðani varð avgerðin broytt soleiðis, at Mihai Chiruta varð kunngjørdur sum vinnari. Tað má so hava verið við 1000-partum av einum sekundi.
Sverri Nielsen legði hart út og var klárt á odda líka frá byrjan. Tá teir um 1000 metrar var hann eitt sekund og 38/100 partar framman fyri rumenan.
So er spurningurin, um yrkisleiðin sum rógvari hjá Sverra Nielsen er endað. Tað segði hann eftir hálvfinaluna hósdagin, at hann helt OL vera tað seinasta hjá honum sum virknum rógvara.