Fyri síni avrik fyri lið síni, GOG og Skanderborg-Aarhus í 15. umfarinum í bestu donsku hondbóltsdeildini hava Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen fingið stóran heiður.
Báðir eru valdir á vikuliðið hjá Tophåndbold, ið er heimasíðan hjá tveimum teimum ovastu hondbóltsdeildunum hjá monnum og kvinnum í Danmark.
Í farna umfarinum skoraði og legði Óli upp til 13 mál hjá GOG í 35-29 (21-16) sigri á Holstebro. Jóhan skoraði sjey mál fyri Skanderborg-Aarhus í 32-30 (14-14) sigri á Grindsted.
HER sæst vikuliðið:
##med2##
Kelda: Tophåndbold











