Tveir dystir eru seinnapartin leiktir í ovara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum.
Við Løkin í Runavík var toppuppgerð millum NSÍ og KÍ. Undan dystinum vóru liðini púra jøvn í stigum, 42 stig hvør.
Men nú er KÍ einsamalt oddalið. Klaksvíkskvinnur vunnu dystin 2-0. Tóra Mohr (myndin) og Sólja Ernstsdóttir skoraðu málini hjá KÍ í fyrra hálvleiki.
Í Sarpugerði í Norðragøtu var Víkingur á odda 1-0 móti HB í steðginum við einum máli Hanna Isaksen Højgaard skoraði í 25. minutti. Men í seinna hálvleiki skoraði HB trý mál upp á seks minuttir. Fridrikka Clementsen javnaði til 1-1 og skoraði eisini triðja málið. Annað málið hjá HB skoraði Lý Gray Djurhuus. Móti dystarenda fekk Jensa Tórolvsdóttir minkað um munin til 2-3, men nærri kom heimaliðið ikki.
KÍ er fremst við 45 stigum. NSÍ hevur 42 stig, HB hevur 34 stig, og Víkingur er aftast við 28 stigum.
Komandi sunnudag vera dystirnir hesir: KÍ-Víkingur og HB-NSÍ.
NSÍ-KÍ 0-2 (0-2)
0-1 Tóra Mohr (17.)
0-2 Sólja Ernstsdóttir (37.)
Víkingur-HB 2-3 (1-0)
1-0 Hanna Isaksen Højgaard (25.)
1-1 Fridrikka Clementsen (56.)
1-2 Lý Gray Djurhuus (61.)
1-3 Fridrikka Clementsen (62.)
2-3 Jensa Tórolvsdóttir (86.)
Kelda: dystir.fo