Brúgvin um Oyrasund, sum bindur Danmark og Svøríki saman, er stongd av trygdarávum, og hetta er bara galdandi úr Svøríki til Danmarkar.
Orsøkin er, at so stórar nøgdir av vatni eru á Oyrasundsmotorvegnum, at vandi er fyri, at vegurin fer at ríva - ella skrædna.
Sund & Bælt, sum hevur ábyrgdina av brúgvum og tunlum í Danmark, upplýsti í morgun yvirfyri www.tv2.dk, at bara eftir tveimum tímum vórðu 8000 litrar av vatni tiknir upp av motorvegnum.
- Vit vita ikki í løtuni, hvør orsøkin er til stóru vatnnøgdirnar, sigur tíðindatalsmaðurin hjá Sund & Bælt, Jens Villemoes, við donsku sjónvarpsrásina.
Sambært Københavns Politi liggur fundamentið á Oyrasundsmotorvegnum undir í vatni, og vandi er fyri, at koyribreytin kann skrædna.
Aftonbladet sigur frá longum bilrøðum í báðum endum.
Øll bilaferðsla úr Svøríki er løgd um eftir smærri vegum, eitt nú Amager Strandvej og Lufthavnsboulevarden, og hetta hevur skapt bilarøðir í báðum endum.
Sagt verður, at ferðsluruðulleiki er á Amager, kring Kastrup Lufthavn.
Danska sjónvarpið veit at siga, at fólk við rullikuffertum eru farin úr bilunum og royna at røkka sínum flogførum.
- Eg stúrdi fyri stórum ruðulleika, tá vit noyddust at leiða ferðsluna inn í býin, men í løtuni gongur ferðslan róliga, tó at her er nógv størri ferðsla enn vanligt.
Tað sigur vaktleiðarin hjá Københavns Politi, Henrik Stormer, við danska www.tv2.dk
Danska løgreglan heitir á fólk um at vera verandi í bilunum - ella møguliga leita sær í almennu ferðsluna til Kastrup Lufthavn.
Dagføring:
Sambær miðlunum er tað eitt sindur trupult í løtuni at finna út av, hvar vatntrupulleikarnir eru størstir, men sambært Sund & Bælt er talan um Oyrasundsmotorvegin, millum avkoyringin 18 og 15, sum tað eitur.
Illgrunin er um, at tað er grunnvatn, sum kemur upp úr jørðini, og ivi er um, hvussu stór berievnini á motorvegnum eru, tá vatnnøgdin er so stór.
- Vatnið kemur upp úr jørðini og rennur yvir vegin, sigur tekniski leiðarin í Sund & Bælt, Kim Agersø Nielsen.
Hann leggur aftrat, at ivi er um, hvørt vatnið kann hava skapt holrúm undir asfaltinum, og um so er, kann hetta gerast vandamikið fyri bilaferðsluna.
- Tí er vegurin stongdur, leggur tekniski leiðarin aftrat.
##med2##