Patrik og liðfelagarnir vunnu greiðan heimasigur

Breiðablik er næstfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Liðið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik tók í kvøld móti Fylkir á Kópavogsvøllinum í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Breiðablik vann sannførandi 3-0. Tvey av málinum vóru brotsspørk, ið Höskuldur Gunnlaugsson setti í netið.

 

Patrik Johannesen kom á vøllin í 69. minutti, og hann hevði sambært Morgunblaðnum ein góðan málmøguleika, men Patrik sendi bóltin uppum málið hjá Fylkir.

 

Breiðablik-Fylkir 3-0 (1-0)

1-0 Höskuldur Gunnlaugsson ('32, br.)

2-0 Viktor Örn Margeirsson ('47)

3-0 Höskuldur Gunnlaugsson ('68, br.)

 

Komandi sunnukvøld klokkan 20.15 spælir Breiðablik á útivølli móti Stjörnuni.

 

Sum støðan vísir, so eru tað í løtuni liðini hjá Patriki og Gunnari Vatnhamar, Breiðablik og Víkingur Reykjavík, ið eru fremst og næstfremst í deildini:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1Víkingur Reykjavík17123242:182439
2Breiðablik16103336:191733
3Valur1684437:231428
4FH1784531:27428
5Fram1775526:22426
6ÍA1673634:241024
7Stjarnan1772831:32-123
8KA1764726:31-522
9KR1636727:32-515
10HK16421018:40-2214
11Fylkir17331121:41-2012
12Vestri16331018:38-2012