Qaqortoq: Stórt rós til flogskipara fyri neyðlending

Flogskipari og Arktisk Kommando fáa stórt rós fyri dugnaskap undir hendingini, sum eins væl kundi endað við einari vanlukku.

Hendingin fór fram í ein útsynning úr grønlendska býnum, Qaqortoq, hin 29. juli, og talan var um eitt týskt privatflogfar av slagnum, Piper PA-46 Malibu.

 

Sambært www.sermitsiaq.ag fáa bæði Arktisk Kommando og flogskiparin stórt rós fyri, at tveir persónar yvirlivdu neyðlendingina á sjónum.

 

- Talan var um eitt samanfall av hepni og einum sera dugnaligum flogskipara, tá báðir persónarnir í flogfarinum vórðu bjargaðir, veit heimasíðan at siga.

 

Víst verður á, at í fleiri miðlum varð hendingin lýst sum ein flogvanlukka, har flogfarið varð dottið niður, men talan var heldur um eina neyðlending.

 

Flogfarið fekk trupulleikar við motorinum, tá tað var á veg úr Goose Bay í Kanada til Narsarsuaq í Grønlandi, og flogskiparin noyddist at neyðlenda.

 

Sambært grønlendsku heimasíðuni spældi alt væl av, og báðir persónarnir í flogfarinum yvirlivdu hendingina.

 

Nú fáa so flogskiparin og Arktisk Kommando stórt rós fyri dugnaskap undir hendingini, sum eins væl kundi endað við einari vanlukku.