Fleiri leiðandi kvinnur í íslendsku stjórnini hava seinastu vikurnar fingið álvarsligar hóttanir. Millum annað skal talan vera um harðskapshóttanir og lívshóttanir.
Tað skrivar íslendski miðilin Vísir.
Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, íslendsk uttanríkisráðfrú, váttaði í eini útvarpssending fríggjamorgunin, at hon hevði fingið hóttanir í sambandi við fólkaatkvøðuna um ES-samráðingar.
Málið er latið løgregluni, sum nú kannar hóttanirnar.
Kristrún Frostadóttir, forsætisráðfrú, sigur at støðan als ikki kann góðtakast.
– Vit eru øll góð við Ísland, og vit mugu kunna fara ígjøgnum eina slíka tilgongd í friði og náðum, sigur hon.
Hon leggur samstundis dent á, at almenna kjakið um fólkaatkvøðuna sum heild hevur verið gott fyri íslendska samfelagið. Kortini stúrir hon fyri villleiðandi og beinleiðis skeivum upplýsingum, sum sambært henni verða spjaddar av fíggjarliga sterkum áhugabólkum.
Inga Sæland, forkvinna í Flokki fólksins, sigur, at eisini aðrar ráðfrúur hava fingið hóttanir.
– Eg havi sæð góð fólk verða fyri ósakligum hóttanum, lívshóttanum og alskyns ágangi. Eg havi sjáldan verið so bilsin, sigur hon.
Inga Sæland hevur eisini sjálv fingið hóttanir, tó ikki eins álvarsligar sum tær, ið onnur hava verið fyri.
Íslendingar fara í dag á fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur. Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um sjálvan limaskapin. Verða samráðingarnar tiknar uppaftur, skal ein møgulig avtala seinni leggjast fyri íslendska fólkið.
Seinastu veljarakanningarnar hava víst, at tað er sera tætt millum ja- og nei-síðuna.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Kelda: Vísir














