Rætturin koyrir forsætisráðharra í Tailandi eftir lógarbrot

At seta ein áður dømdan advokat sum ráðharra var brot á etisku reglurnar, sigur rætturin.

Lillian Suwanrumpha/AFP/Ritzau Scanpix

Grundlógardómstólurin í Tailandi hevur í dag gjørt av at ákæra Srettha Thavisin, forsætisráðharra, fyri brot á grundlógina.

Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.

Avgerðin er tikin eftir, at dómstólurin er komin til ta niðurstøðu, at Srettha Thavisin breyt etiskar leiðreglur. Tað gjørdi hann, tá hann setti ein áður dømdan advokat sum ráðharra í stjórn síni.

Við setanini var stjórnarskipanin brotin, metir rætturin.

Tað er fjórðu ferð í 16 ár, at grundlógardómstólurin í Tailandi koyrir ein forsætisráðharra frá.

 

/ritzau/

 

Lillian Suwanrumpha/AFP/Ritzau Scanpix