Rakul Wardum framdi eitt gott avrik í sínum fyrsta kappingardysti fyri Skanderborg í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Skanderborg tapti á heimavølli 20-35 fyri Maritu Mortensen og liðfeløgunum í Nykøbing Falster, ið var á odda 17-10 í steðginum.
Rakul bjargaði 14 av 26 málroyndum, svarandi til 53,85 prosent.
Fyri hetta framúr avrikið var Rakul aftaná dystin heiðrað sum tann besti leikarin.
Maria P. Nólsoy fekk eina rimmar byrjan í fyrsta kappingardystinum fyri Keypmannahavn í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Maria var toppskjútti við sjey málum, tá Keypmannahavn á heimavølli vann tepran 30-29 sigur á Sønderjyske.
Í steðginum var Keypmannahavn á odda 17-10. Umframt at skjóta sjey mál legði Maria eisini upp til seks mál, og hon vann liðnum eitt brotskast.
Fyri góða avrikið var Maria heiðrað sum tann besti leikarin.
Rakul og Maria vóru eisini valdar á vikuliðið fyri fyrsta leikumfarið í bestu donsku hondbóltsdeildini:
##med2##












