- Byggifyritøkan Rókin, sum í løtuni ger havnaútbyggingina á Hulki á Strondum, hevur keypt nýggjan krana.
Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu vita tey at siga, at hetta er størsti krani av sínum slag í Føroyum.
- Kranin er av slagnum Grove og kann lyfta upp til 300 tons, og hann røkkur upp til 120 metrar.
Lagt verður aftrat, at kranin verður brúktur til byggivirksemið hjá Sp/f Rókini, og hann fer at gera arbeiðið hjá teimum munandi lættari og skjótari.
Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, sum áður hevur arbeitt við stórum maskinum, slapp eisini at royna kranan.
- Vit ynskja Rókini tillukku við krananum, er heilsanin í Sjóvar kommunu til byggifyritøkuna í dag.
##med2##












