Rúma er nýggj og spennandi fyritøka, sum Kenneth Hovgaard stendur á odda fyri. Fyritøkan húsast í bygninginum á Hoyvíksvegi 63, har bilasølan, Waag, áður helt til, og her er nógv annað virksemi í dag, eitt nú málingahandilin hjá Fróða.
- Rúma er í fyrsta lagi ein veitari av innbúgvi til vinnuna, skrivstovur, móttøkur, kantinur, skúlar, fundarhøli og ymiskt annað. Fyritøkan er spildurnýggj, stovnað hin 1. mars í ár.
Tað sigur Kenneth Hovgaard, sum er stjóri í nýggju fyritøkuni.
- Vit hava fingið okkara heimasíða, www.ruma.fo, sum er opin, og her kunnu fólk fáa eina hóming av, hvørjar vørurnar eru, sum ruma.fo hevur í sínum vøruútboði.
Kenneth Hovgaard sigur, at bæði vøruútboð og heimasíða fara at verða dagførd leypandi. Men, longu nú eru nógvar og spennandi vørur, sum kunnu síggjast á heimasíðuni.
Stjórin vísir á, at í útboðnum hjá Rúma er bæði stórt og smátt til vinnuna, til skrivstovur, kantinur, skúlar, fundarhøli v.m.
- Eru fólk í iva um eitt hvørt – ella tey í aðrar mátar hava fyrispurningar – eru øll hjartaliga vælkomin at venda sær til okkara, sigur Kenneth Hovgaard, sum mælir fólk til at fara inn á heimasíðuna og síggja útboðið og tær mongu vørunar, sum ruma.fo longur hevur í sínum útboði.
- Vit hava eisini ymiskt goymsluinnbúgv, amboðsskáp, hillar, lyftivognar og ymiskt annað, sum kann vera hent hjá vinnu og einstaklingum, sigur hann.
Eisini framsýning á Hoyvíksvegi
Stjórin í Rúma sigur, at umframt at hava ein nethandil, sum leypandi verður dagførdur og útbygdur, hevur fyritøkan eisini eitt ávíst framsýningarhøli á Hoyvíksvegi 63.
- Mín skrivstova er mín handil, og mín handil er við vørum, sum hóska til skrivstovuna. Eitt sindur av úrvali er, so fólk kunnu royna bæði stólar, borð og skáp.
Kenneth Hovgaard sigur, at so hvørt, sum virksemið hjá fyritøkuni fer at veksa, er eisini hugsandi, at fleiri vørur verða at síggja í framsýningarhølunum á Hoyvíksvegnum.
- Rúma hevur góð sambond og góðar avtalur við nógvar ymiskar veitarar og framleiðarar í fleiri ymiskum londum.
Stjórin sigur, at prísir og dygd skulu fylgjast, soleiðis at tú bæði fært vørur í bíligara endanum og í tí dýrara.
Hann leggur tó dent á, at Rúma fer ikki at slaka í dygdini og fer altíð at standa inni fyri tí, sum fyritøkan selur.
Heimasíðan - ruma.fo - er soleiðis uppbygd, at tað skal vera lætt at finna ymisku vørurnar – alt eftir, hvat tað er, tú leitar eftir. Endmálið er, at viðskiftafólk skulu hava so nógvar og góðar vørur sum gjørligt at velja ímillum, og at tað skal vera lætt at finna tær á heimasíðuni.
Kenneth Hovgaard vísir á, at longu nú er útboðið so mikið stórt, at leitar tú eitt nú eftir einum skrivstovustóli ella fundarrúmsstóli, so kemur tú kanska at hava einar 40-50 ymiskar stólar at velja ímillum – bara fyri at taka eitt dømi.
- Vit miðja eftir, at vørur, sum verða bílagdar hjá Rúma, eru heima í Føroyum eftir stuttari tíð, og vit leiða viðskiftafólkini heilt frá bílegging, til vøran er heima.
Er okkurt, sum ger, at vøran er seinkað, fáa viðskiftafólk sjálvsagt hetta at vita.
- Kunning hevur stóran týdning. Tað eri eg, sum reki fyritøkuna, og tað er mítt trúvirði, sum stendur upp á spæl, um alt ikki gongur, sum tað skal, sigur stjórin.
##med2##
Fótbóltsvallir og annað innan ítrótt
Í konseptinum hjá Rúma fer fyritøkan eisini at bjóða seg fram í kappingini um at veita fótbóltsvallir, sum sjálvsagt eru góðkendir.
- Vit hava gjørt avtalu við veitarar av FIFA-góðkendum graslíkisvallum, og vit fara eisini at bjóða okkum fram í hesum høpi við dygdargóðum, kappingarførum og góðkendum graslíki.
Sjálvur hevur Kenneth Hovgaard fingist nógv við fótbólt, og hann hevur eisini verið aktivur fótbóltsvenjari.
- So, hetta liggur beint til høgra bein hjá mær og kommunur, sum skulu hava nýtt graslíki á fótbóltsvallir ella sparkivallir, eru vælkomnar er spyrja seg fyri her hjá okkum, sigur stjórin í Rúma.
Rúma hevur eisini fingið avtalur í lag við veitarar av eitt nú innandura gólvi til hondbólt, flogbólt og aðrar ítróttargreinar, umframt útgerð til allar hugsandi ítróttargreinar.











