Í nátt hevur Russland lopið á Ukraina við fleiri dronum og rakettum.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í morgun.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at russar lupu á við 30 rakettum og 300 dronum í náttartímunum.
Forsetin skrivar á Telegram, at skaðar eru á undirstøðukervið í Sumy-regiónini, har fleiri túsund familjur mistu streymin.
Haraftrat læt í minsta lagi eitt fólk lív í einum dronuálopi á ukrainska havnarbýin, Odessa, við Svartahavið.