Russiskur sendiharri hóttir Føroyar

Ætlanir um at seta tiltøk í verk ímóti russiskum reiðaríum fella ikki í góða jørð á russisku sendistovuni í Keypmannahavn

Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin. Mynd: Claus Bech/Ritzau Scanpix

Vladimir Barbin, sum er russiskur sendiharri í Danmark, sigur við Danmarks Radio, at eingi prógv eru fyri, at skipa hjá Murman Seafood ella Norebo hava fingist við njósnaravirksemi.

– Herferðin móti russisku fiskivinnufeløgum er grundað á ógrundaðar gitingar, skrivar sendiharrin í svari til DR.

Hann væisir á, at samstarvið millum Russland og Føroyar á fiskivinnuøkinum -altíð hevur tikið frástøðu frá konfrontatiónspolitikki'.

– Royndin at seta í verk tiltøk ímóti russiskum feløgum setir tvílandasamstarvið á fiskivinnuøkinum í vanda, skrivar sendiharrin.

Føroyar og Russland hava síðani sjeytiárini samráðst um fiskiveiðuavtalu. Avtalan, sum verður endurnýggjað á hvørjum ár, hevur verið umstrídd síðani russiku innrásina í Ukraina í 2022 – serliga tí, at samgonguflokkarnir fyri valið lovaðu, at teir ikki fóru at gera nýggja avtalu við Russland. Men tað hava teir nú verið við til at gjørt tríggjar ferðir síðani – og um einar tveir mánaðir verða aftur samráðingar um nýggja fiskiveiðuavtalu fyri 2025. Einki bendir á, at landsstýrið ætlar at sleppa avtaluni.

Ukrainar eru sum vera man ikki fegnir um, at lond gera slíkar avtalur við Russland.

– Eg er ikki nøgdur við, at nakar handlar við Russland, tí hvør einasti dollari, evra ella króna, sum teir tjena, brúka teir til eina krígsmaskinu, sum endar sum rakettir og misil í heimlandi mínum, segði Andrii Yanevskyi, sum er ukrainskur sendiharri í Danmark, við Danmarks Radio fyrr í ár.

 

 

Russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin. Mynd: Claus Bech/Ritzau Scanpix