Russland ikki stórar vónir um samráðingar við Ukraina

Ætlanin er at samráðast Russland og Ukraina skulu samráðast í Turkalandi. Hetta er triðju ferð, at londini bæði hittast.

Russiska síðan væntar ikki nakað "undurfult gjøgnumbrot" í komandi samráðingunum millum Russland og Ukraina.

Tað sigur Dmitrij Peskov, talsmaður fyri Kreml, sambært tíðindastovuni AFP.

Eitt nýtt umfar av friðarsamráðingum millum londini verður eftir ætlan í Turkalandi í morgin, sambært forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelensky.

Russiska síðan megnar heldur ikki at geva nakran tíðarkarm fyri, nær ein møgulig friðaravtala kundi verið gjørd, skrivar Reuters.

Higartil hava tvey samráðingarumfør verið millum londini í Istanbul í Turkalandi. Bæði umførini hava tó verið uttan úrslit.

Í gjár staðfesti Peskov, at Russland hevur áhuga í einum triðja umfari av samráðingunum millum Ukraina og Russland um at enda kríggið.

 

/Ritzau/