Sámal Hanni Lognberg er føddur í 1976, og hann var tí bert ein unglingi, tá pápin, Gerhard Lognberg, gjørdist borgarstjóri í Skopunar kommunu hin 1. januar í 1993 - júst, tá Føroyar vóru í einari djúpari kreppu.
Øll árini síðan hevur Gerhard sitið við borðendan í Skopunar kommunu, men nú tíðin er vorðin so long, og árini eru komin, hevur hann gjørt av ikki at stilla upp aftur á kommunuvalinum í heyst.
- Tað er eingin loyna, at kommunan og tað arbeiði, sum her hevur verið gjørt, hevur fylt nógv í okkara heimi øll hesi ár, og eg dugi illa at minnast tíðina, tá hetta ikki var ein partur av okkara húsi.
Tað sigur Sámal Hanni Lognberg, sum altíð hevur havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, bæði landspolitiskt og kommunalpolitiskt. Nú kommunuval stundar til aftur, bjóðar hann seg fram at bera stafettina víðari.
- Vit eru í einari nýggjari tíð við nýggjum møguleikum, har tað bara er hugflogið, sum setir mørkini. Nú vit hava fingið fast samband við meginøkið, ýður av møguleikum - eisini her hjá okkum í Skopun.
Sámal Hanni Lognberg sigur, at hann er sera spentur til kommunuvalið í heyst, og hann dylur ikki fyri, at hann eisini hevði tikið við álitisstarvinum, sum tað er at vera borgarstjóri, um møguleikin stóð honum í boði.
- Í fyrsta lagi hugsi eg um at gera mítt til at verða valdur í bygdarráðið, og tað vera tey, sum verða vald, sum fara at gera av, hvør situr við borðendan, tá avtornar. Tað er ikki júst tað, eg hugsi mest um, sigur hann.
Skopun er eitt vælútbygt øki - við lutfalsliga nýggjum og góðum barnagarði, nýútbygdum skúla, góðum eldrasambýli og við havnarlagið eru skaptir møguleikar við bátabrúgvum, sum eru teir bestu í Sandoynni.
- Jú, eg haldi, at her eru bæði nógvir og góðir møguleikar, og her kann nógv skapast aftrat. Vit hava eisini fingið eina stóra og nýggja útstykking, eins og her eru ætlanir um raðhúsabygging.
Sámal Hanni Lognberg heldur, at karmarnir um menning av bygdini eru fantastiska góðir, og hann ásannar, at nú eru nýggjar tíðir - við óteljandi nýggjum møguleikum í Skopun.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/tad-verdur-eitt-spennandi-kommunuval-i-skopun