Samgongan skal halda fingrarnar burtur frá Arbeiðs-loysisskipanini!

Samgongan hevur nú sett ALS – Arbeiðsloysiskipanina – á fíggjarlógina.

Tíðindaskriv:

 

Hetta hóast tað í § 2. í lógini um ALS stendur: ”Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.” Sostatt ger samgongan beint øvugt av tí, sum stendur í lógini.

Formaðurin í stýrinum fyri ALS hevur eisini gjørt vart við hetta alment. Men politiska skipanin lurtar ikki. Fakfelagssamstarvið stuðlar formanninum í stýrinum fyri ALS og heitir á politisku skipanina um at virða ásetingarnar í lógini um arbeiðsloysiskipanina.

 

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga ALS og rinda inn í skipanina. Tí skal politiska skipanin halda seg burtur frá Arbeiðsloysisskipanini.

 

Hóast undanførslan hjá samgonguni er, at ALS bara verður ein konto á fíggjarlógini, sum er útreiðslu neutral, so er skjótt, at politiska skipanin fær tað hugskot, at broyta hetta, so peningur í ALS kann brúkast til onnur endamál, eitt nú, um peningur manglar í á fíggjarlógini.

Okkara áheitan á samgonguna er tí: Haldið fingrarnar burtur frá ALS og virði ásetingarnar í ALS lógini §2 a. Sum púra greitt sigur:

 

“Inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina.”

 

Skipanin riggar væl, sum hon er!

 

Fakfelagssamstarvið

 

Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Akademikarafelag Føroya, Heilsuhjálparfelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar