Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF spældu oddauppgerð á útivølli í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Í innandura fótbóltshøllini í Straume í Hordalandi eydnaðist tað Sandnes at vinna 2-1 í oddauppgerðini móti Sotra.
Ole Sundgot legði Sandnes á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini økti Jonas Aune til 2-0. Løtu seinni minkaði Sotra um munin, men Gullbrandur og liðfelagarnir megnaðu at halda tørn.
Sandnes er nú einsamalt oddalið við 28 stigum. Sotra sum var fremst undan oddauppgerðini í dag hevur 27 stig. Arendal á triðja plássinum hevur 18 stig.
Sandnes hevur nú spælt 13 av teimum 26 dystunum, ið spælast skulu í kappingini. Megna teir at halda fast í fyrsta plássinum flyta teir upp í næstbestu deildina. Enda teir næstfremst mugu teir vinna nakrar Play Off dystir fyri at tryggja sær uppflyting til næstbestu deildina.
Sunnudagin 13. juli hevur Sandnes dyst á heimavølli móti Notodden.