Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen spældu í kvøld dyst á útivølli móti Wacker Thun í bestu sveisisku hondbóltsdeildini.
Wacker Thun vann greiðan 33-25 sigur. Í steðginum var bert eitt mál á muni. Tá var støðan 14-13 til Wacker Thun.
Sasja bjargaði fýra av 23 málroyndum. Kappingarneytin, Jochum Philipp bjargaði fimm av 18 málroyndum, og stóð seg sostatt nakað betur enn Sasja.
St. Gallen er nummar seks í deildini við 13 stigum.
Komandi mikukvøld klokkan 18.15 spælir St. Gallen aftur dyst á útivølli. Hesaferð móti HC Kriens.











