Semju við fakfeløg um pensjónsaldur

Samráðingar eru við fak­fel­øg­ini um at hækka pensjóns­aldurin

Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin skjót­ari enn tað longu er samtykt í fólka­pen­sjóns­lóg­ini frá 2018, varð tikið aftur á ting­fundi 19. mai í ár. Serliga vóru tað fak­fel­øg­ini, sum mótmæltu harðliga.

 

Men hvussu verður við hesum upp­skot­i­num, verður tað lagt fyri tingið aftur?

 

– Uppskotið varð tikið aftur, tí vit vildu fyri­reika tað betri við tíðartreytaðu pen­sjón­ini. Fakfeløgini siga seg ikki vera ímóti at pen­sjóns­ald­urin hækkar, men vilja ser­liga hava tað øðrvísi við tíðartreytaðu pen­sjón­ini.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen millum annað í samrøðu við Sosialin.

 

– Vit hava tikið ímóti útrættu hondini frá fak­fel­øg­unum. Landsstýrismaðurin í al­manna­málum hevur havt fund við okkurt ar­beið­ar­a­felag men ikki við øll enn, men tað fer hann at hava fyri at vita, um tað ber til at gera semju við fakfeløgini um, hvussu tað kann snikkast saman. Av tí at allir fund­i­rnir ikki hava verið, kann eg ikki siga, hvussu tað verður, men uppskotið verður lagt fram­aft­ur, men soleiðis at fakfeløgini kunnu taka und­ir við tí, sigur løgmaður við Sosialin.

 

Tá løgtingið í 2018 broytti lógina um fólka­pen­sjón varð samtykt, tey sum eru fødd eft­ir 1. juli 1957 skulu pensjónerast, tá tey eru 67,5 ár, og at tey, sum er fødd eft­ir 1962 verða pensjonerað, tá tey eru 68 ár. Síðani varð samtykt at fimta hvørt ár, fyrstu ferði í 2025, skal støða takast til, um pen­sjóns­ald­ur­in um 10 ár kann hækka við í mesta lagi einum hálvum ári í senn.

 

Spurdur hví tey ikki brúka hendan leist­in, men vilja hava tað at ganga nógv skjót­ari, sigur løgmaður, at tað eru ráðini frá Lands­bank­a­num og Búskaparráðnum, sum vilja hava hækk­ing­ina í pen­sjóns­aldr­i­num at ganga nógv skjóta­ri, enn ásett er í galdandi lóg.

 

– Tað er so tað, sum politisk semja er um í sam­gonguni, og vit hava ikki aðra semju enn hesa enn, sigur løgmaður í samrøðuni við Sosialin.

 

Uppskotið hjá landsstýrinum var, at pen­sjóns­aldurin skal vera komin upp á 70 ár í 2042, sum trivnaðarnevdnin broytti til 2040. Men tað málið varð sum kunnugt tikið aft­u­r, og má leggjast fram aftur av nýggjum.

 

– Nú verður hetta so tikið til nýggja við­gerð og samráðingar við fakfeløgini, so fáa vit at síggja, hvat úrslitið av tí verður, sigur Aks­el V. Johannesen, løgmaður.