Í dag skulu íslendsku veljararnir avgera, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum.
Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at fólkið er býtt í tveir næstan eins stórar partar.
Í einari Gallup-kanning, sum fevndi um umleið 4.500 íslendingar, vóru 51,6 prosent ímóti at taka samráðingarnar upp aftur, meðan 48,4 prosent vóru fyri.
Fyrr í vikuni vísti ein kanning hjá Maskína tó næstan øvut tøl. Óvissan í slíkum kanningum er vanliga millum eitt og trý prosentstig.
Sambært íslendska kringvarpinum RÚV er munurin í nýggjastu Gallup-kanningini ikki hagfrøðiliga týðandi. Tí ber ikki til at siga við vissu, hvør síða er á odda.
Ikki atkvøða um limaskap
Fólkaatkvøðan snýr seg ikki um sjálvan ES-limaskapin, men um Ísland skal taka samráðingarnar upp aftur.
Verður ein avtala gjørd við ES, skulu íslendingar aftur á fólkaatkvøðu fyri at taka endaliga støðu til limaskapin og tær treytir, sum samráðst verður um.
Ein limaskapur fer helst eisini at krevja eina broyting í íslendsku grundlógini. Harumframt skulu øll tey 27 ES-londini góðkenna, at Ísland verður limur.
Samráðingarnar steðgaðu í 2013
Ísland fór undir ES-samráðingar eftir fíggjarkreppuna, men tilgongdin varð steðgað í 2013, tá ein nýggj og ES-atfinningarsom stjórn tók við.
Síðani hava hækkandi livikostnaður, kríggið í Ukraina og vaksandi ótryggleiki í grannalandi okkara birt undir ES-kjakið av nýggjum.
Hóttanirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at yvirtaka Grønland hava eisini havt ávirkan á kjakið.
Ísland hevur eina strategiska staðseting beint sunnan fyri Arktis, men landið hevur ongan her, flota ella egið flogvápn. Verjan byggir í stóran mun á Nato og eina avtalu við USA frá 1951.
Ein ES-limaskapur hevði givið Íslandi beinleiðis ávirkan á avgerðirnar í stovnunum hjá ES. Ísland hevði eisini verið partur av tollsamgonguni og fingið møguleika at taka evruna í nýtslu.










