Serfrøðingur: - Putin tikin á bóli

- Nú ukrainski herurin hevur tikið seg um markið til Russlands, er hetta eitt tekin til russiska fólkið um, at herurin ikki er førur fyri at verja fólkið, sum býr fram við markinum til Ukraina

 

Norski serfrøðingurin og fyrrverandi generalloytnanturin, Arne Bård Dalhaug, heldur, at ukrainska álopið á Kursk-regiónina í Russlandi í vikuni er komið óvart á russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

Við norska kringvarpið - NRK - sigur hann, at ukrainsku herdeildirnar nú kunnu dusa sær í russisku regiónini, meðan Kreml roynir at finna út av, hvussu Russland skal loysa henda trupulleika.

 

Tað var týsmorgunin, at ukrainskar herdeildir tóku russiska forsetan á bóli, tá tær tóku seg inn í russisku regiónina, Kursk, og Arne Bård Dalhaug heldur, at hetta er ein háttur hjá Ukraina at draga kríggið nærri russiska fólkinum.

 

- Hetta er ein áminning til russiska fólkið um, at eingin kann kenna seg tryggan orsakað av krígnum, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, valdi at byrja fyri hálvum triðja ári síðan.

 

Norski serfrøðingurin veit at siga, at ukrainsk hernaðarakfør hava tikið seg tíggju kilometrar inn í russiskt øki, og hetta vísa sambært honum eisini uppøkur, sum Institute for the Study of War (ISW) hevur greinað.

 

Sambært russiskari keldu hevur ukrainski herurin nú ræðið á 11 íbúðarøkjum í Russlandi, og seint í gjárkvøldið visti Verdens Gang at siga, at ukrainski herurin eftir tveimum samdøgrum nú hevur ræðið á 90 ferkilometrum av landaøki í Kursk-økinum.

 

Myndir úr økinum vísa stórar oyðileggingar við markið millum Ukraina og Russland. Sagt verður, at ukrainski herurin hevur tikið 40 russiskar krígsfangar, og russiska tíðindastovan Tass hevur sagt, at 3000 fólk eru flutt úr regiónini undan ukrainsku álopunum.

 

Ukrainsku myndugleikarnir hava ikki beinleiðis váttað álopini í Kursk-regónini, men ráðgevin hjá ukrainska forsetanum sigur, at orsøkin til, at kríggið nú er komið til Russlands, íroknað Kursk og Belgorod, er russiska "aggressiónin", sum hann rópar russisku krígsførsluna í Ukraina. 

 

- Hetta er ikki fyrstu ferð, at ukrainski herurin tekur seg inn í Russland, men ukrainsku álopini hesaferð eru størri, enn tey áður hava verið, sigur fyrrverandi obertsloytnanturin, Arne Bård Dalhaug, við NRK.

 

Hann heldur eisini, at nú ukrainski herurin hevur tikið seg um markið, er hetta samstundis eitt tekin til russiska fólkið í økinum um, at herurin ikki er førur fyri at verja fólkið, sum býr fram við markinum til Ukraina.

 

- Tað er álvarsamt, um russiska fólkið, sum býr hinu megin markið til Ukraina, fær at síggja, at tey ikki skulu kenna seg trygg longur, sigur Arne Bård Dalhaug, sum nú bíðar spentur eftir at vita, hvat Russland nú fer at gera.

 

##med2##

 

Hann væntar ikki, at málið hjá Ukraina verður at varðveita hesi økir, tí tað er eingin orsøk í longdini at brúka herdeildir inni í russiskum øki, men hann heldur, at tað ger einki, um Vladimir Putin veit, at Ukraina kann fremja mótálop á markinum millum londini.

 

Arne Bård Dalhaug heldur ikki, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur verið fyrireikaður upp á ukrainska álopið, og nú hetta er ein veruleiki, heldur hann, at russiskir myndugleikar eru í iva um, hvat teir skulu siga við fólkið, sum býr í hesum øki.

 

Á myndini oman fyri, sum russiska trygdartænastan FSB eigur, síggjast russiski forsetin, Vladimir Putin, verjumálaráðharrin, Andrey Belousov, skrivarin í russiska trygdarráðnum, Sergei Shoigu og stjórin fyri russisku trygdartænastuna FSB, Alexander Bortnikov.

 

Myndin er sambært NRK tikin eftir ukrainska álopið á Kursk-regiónina í vikuni.

 

Lesið eisini: 76.000 russar flýddir... https://www.in.fo/news-detail/76000-russar-flyddir-undan-ukrainskum-deildum-i-russlandi

 

 

 

 

 

 

 

Arne Bård Dalhaug, fyrrverandi obertsloytnantur.