SF24: Son of Fortune við støvutum rocki

Útlagin rocktónleikari spælir støvutan rokk og inniligar balladur

Son of Fortune verður við á Summar Festivalinum um vikuskiftið.

 

Benjamin Petersen, ið kallar seg Son of Fortune, er ein útlagin rocktónleikari, ið spælir støvutan rock og inniligar balladur.

 

Seinasta útgávan hjá honum, Woodoo Pop, varð upptikin í Nashville í Tennessee av monnum, ið hava arbeitt við Chris Stapleton og Jack White. Sangurin "Sunday in Music City" av hesi útgávu var í úvarpssendingini Jambalaja kosin ársins sangur í 2021.

 

Son of Fortune er ávegis við nýggjum tónleiki, sum verður framførdur á Summar Festivalinum. Eisini spælir Son of Fortune onkran eldri sang av útgávuni Ave, ið Benjamin Petersen og Petur Pólsson gjørdu í 2014.

 

Við sær á Summar Festivalin hevur Benjamin Petersen sjálvandi sín barndómsvin, Jan Rúna Poulsen, ið spælir trummur, og eisini spæla Kim Hansen og Jóhannus á Rógvu Joensen við bólkinum.

 

Son of Fortune spælir í Tjaldinum hóskvøldið kl. 20.