Skipa aftur fyri páskatiltaki á Eiði í ár

Árliga listatiltakið SKIFTI 2026 verður á páskum í Kolshøll á Eiði.

Jógvan í Skorini, borgarstjóri, setur tiltakið, og Eiðis Ljómfelag spælir Skírishósdag klokkan 16.

 

Tiltakið endar 2. páskakvøld 6. apríl klokkan 19 við dansifelagnum á Látrinum.

 

Framsýning verður við leirlutum hjá Onnu Sofíu Egilstrøð og málningum hjá Ellindur Egilstrøð.

 

Eisini verða fotomyndir hjá Eiðis Fornminnisfelag sýndar fram.

 

Skráin fyri tiltakið er hendan:

 

Skírishósdag klokkan 16:00 – Jógvan í Skorini, borgarstjóri setur tiltakið og Eiðis Ljómfelag spælir.

 

Langafríggjadag:

 

Klokkan 16:00 til 20:00 – Framsýningin er opin

 

Leygardagin 4. apríl:

 

Klokkan 16:00 til 20:00 – Framsýningin er opin

 

Páskadag:

 

kl 16:00 til 20:00 – Framsýningin er opin

 

Annan páskadag:

 

kl 16:00 til 20:00  –  Framsýningin er opin. klokkan 19:00 er føroyskur dansur við Dansifelagnum á Látrinum.

 

Kolshøll er á Brekkuvegi 37 á Eiði.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Eiðis Ljómfelag spælir til setanina.