Formaðurin í grøndlendska flokkinum, Naleraq, skjýtur nú upp, at danskt mál ikki longur skal brúkast í grønlendska landstinginum. Hann skjýtur tí upp, at tingskipanin verður broytt, soleiðis at lógaruppskot og almennir fyrispurningar ikki longur skulu týðast ella tulkast beinleiðis til danskt.
– Vit skulu gevast við á óskynsaman hátt at lætta um hjá summum uppá fólksins rokning. Vit skulu hava okkum sjálvi sum byrjanarstøði, júst sum hini londini í “ríkisfelagsskapinum,” sigur hann við Sermitsiaq.
Hann vísir á, at í Fólkatinginum í Danmark og í Løgtinginum í Føroyum verður bert tosað ávíkavist danskt og føroyskt.
Hann er kortini sinnaður til at loyva undantøkum í teimum førum, har røðarin bert dugir danskt. Men, sigur hann, “so skal eisini leggjast fram á grønlendskum í somu atløgu”.